Stór hjartasorg: Bonnie Tyler er deyð

Stór hjartasorg: Bonnie Tyler er deyð
Hon sang um "It's a Heartache" og "Total Eclipse of the Heart", men nú er hjartað hjá Bonni Tyler steðgað, 75 ára gamalt, og fjepparar kring heimin hava hjartasorg
Bonnie Tyler gjørdist 75 ár
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
09.07.2026 - 14:25

Heimskenda, walisiska songkvinnan, Bonnie Tyler, er deyð.

Bretska kringvarpið, BBC, skrivar, at Bonnie Tyler doyði á einum sjúkrahúsi í Portugal, og at hon gjørdist 75 ára gomul.

Bonnie Tyler varð fødd Gaynor Hopkins í Skewen i Wales i 1951.

 

Gjørdist kend í 1977

Hon gjørdist rættiliga kend í 1977, og hevur fleiri ferðir verið í uppskoti at fáa Grammy virðislønina.

Í 2022 fekk hon bretska heiðursmerkið, Order of the British Empire, skrivar BBC.

Millum kendu og best umtóktu sangirnar há Bonnie Tylor vóru "It's a Heartache", 'Total Eclipse of the Heart' og "Holding Out for a Hero".

 

Lænti klæðir frá Klædnabúðini

Fyri tjúgu árum síðani, í 2006, sang Bonnie Tyler á Mjús festivalinum á Sandi.

Hetta gjørdist ein minnilig løta fyri bæði tey, ið vóru og lurtaðu, men eisini fyri Bonnie Tyler og Klædnabúðina í Skálavík. 

Tað vildi so illa til, at kuffertið hjá Tyler ikki var komið við til Føroya, og tískil vóru góð ráð dýr, tí hetta var áðrenn koyrandi var til Sands. 

Men neyðin lærir nakna kvinnu at spinna, so farið var ein túr til Skálavíkar og klædnahandilin Klædnabúðina, sum tá var í bygdini. 

Har fekk Bonnie Tyler lánt sær stás til framførsluna, og tað skilst, at hon endaði við at keypa onkur av pløggunum, ið hon var í. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609