Argentina í HM-finaluni eftir seina vend ímóti Onglandi

Argentina í HM-finaluni eftir seina vend ímóti Onglandi
Ongland var á odda, men tók seg langt aftur á vøllin, og so kundi Lionel Messi stýra argentinskari atsókn uttan íhald, sum gav tvey mál og pláss í HM-finaluni
Lautaro Martinez er hægstur og skallar eitt innlegg frá Lionel Messi í netið, og so er Argentina á sigurskós
Mynd: Buda Mendes/AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.07.2026 - 02:42

Við framúr liðanda og seinari atsókn uttan íhald tryggjaði Argentina sær pláss í finaluni í heimsmeistarakappingini, har Spania bíðar. 

Lionel Messi gekk á odda og legði upp til málini hjá Enzo Fernandez og Lautaro Martinez, sum vendu hóttandi tapi til øsandi argentinskan sigur í Atlanta mikukvøldið.

Heimsmeistarin fekk hjálp frá Onglandi og venjaranum Thomas Tuchel, sum skifti verjuspælarar inn og tók lið sítt langt aftur at verja tepru leiðsluna. 

Ímóti Argentina kendist tað sum at berjast ímóti flóðini.

 

Ongland á sigurskós

Eina løtu var Ongland á veg í finaluna, og fótbólturin á veg heim. 

Argentina var byrjað væl eftir steðgin eftir ein harðan og javnan fyrra hálvleik, men brádliga fekk Ongland bóltin út til Morgan Rodgers í høgru síðu, og innleggi fann Anthony Gordon, sum setti bóltin í netið við handaru stong.

 


Anthony Gordon fegnast, eftir at hann hevur lagt Ongland á odda ímóti Argentina. Stutt eftir varð hann tikin út, og Ongland hótti ongantíð aftur argentinska málið. (Mynd: Justin Setterfield/AFP/Ritzau Scanpix) 

 

Hóast bert 55. minuttir vóru spældir, fóru onglendingar mestsum beinanvegin langt aftur á egna hálvu at verja, og Thomas Tuchel tók málskjúttan út fyri miðverjan Ezri Konsa og sendi verjurisan Dan Burn á vøllin fyri Reece James. 

Atsókin hjá Argentina gjørdist alsamt harðari, og onglendingar fingu als ikki tak á bóltin. Jordan Pickford bjargaði, og Alexis Mac Allister rakti stongina við skallara úr stuttari frástøðu.

 

Messi gjørdi sær dælt av plássinum

Líknandi taktikkur hevði riggað ímóti Meksiko, tá Ongland spældi við einum manni minni, men Meksiko hevur ongan Messi.

Tað sást, at úrmælingurin er 39 ára gamal, tí ikki alt eydnaðist hjá framherjanum - serliga í høgu leikferðini fyri steðgin - men Messi fekk aftur hesa ferð avgerandi leiklutin í nýggjum argentinskum drama.

Fyrst fimm minuttir fyri leiklok, tá hann dró verjuspælarar til sín eftir stutt horna, áðrenn hann lat bóltin til leysa Enzo Fernandez, sum javnaði við skoti úr 25 metrum. Síðan sjey minuttir seinni, tá hann fann innskifta Martinez við einum snórabeinum innleggi við høgra beini, sum framherjin mestsum bara kundi seta í netið til 2-1.

Ongland royndi at svara aftur, men tað sum at venda einum tangaskipi. Liðið hevði lagt seg eftir at verja leiðsluna, og tí riggaði illa brádliga at skulu leypa á aftur.

 


Lionel Messi var aftur í høvuðsleiklutinum, tá Argentina skrivaði nýtt drama. Hesa ferð við tveimum uppleggum í hálvfinalusigrinum á Onglandi. (Mynd: Shaun Botterill/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Heimsins bestu 

Tí hendi mestsum einki síðstu løtuna. Argentina tók sær av langu bóltunum frá Pickford, og so eksploderaði fagnaðurin, meðan onglendingar grundaðu yvir enn ein spiltan møguleika. 

Lionel Messi skal spæla sína triðju HM-finalu, og Argentina kann vinna annað heimsmeistaraheitið á rað, men fyri stendur krútsterki evropameistarin Spania, sum køvdi fronsku stjørnurnar týskvøldið við lýtaleysum liðavriki.

Tey eru á hvør sín hátt heimsins bestu landslið og valda á hvør sínum heimsparti. Sunnukvøldið spæla tey um sjálvt heimsharradømið.

 


Harry Kane og Lionel Messi hálsfevnast eftir HM-hálvfinaluna millum Ongland og Argentina. Kane og Ongland skulu spæla um bronsuna ímóti Fraklandi, meðan Messi kann vinna kappingina fyri aðru ferð sunnudagin, tá Spania bíðar. Eftir tað, er ikki vist at vit síggja teir báðar aftur í HM-høpi. (Mynd: Dylan Martinez/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815