Andy Burnham valdur til formann í Labour

Andy Burnham valdur til formann í Labour
Mánadagin fær hann væntandi litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn í Bretlandi, tá Keir Starmer hevur lagt frá sær sum forsætisráðharri
Andy Burnham er nú formaður í Labour, og mánadagin fær hann litið upp í hendur frá kongi at skipa nýggja stjórn í Bretlandi.
Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.07.2026 - 14:24

Andy Burnham er nú formaður í bretska Labourflokkinum. 

Á ráðstevnu í London var hann í dag tilnevndur forrmaður eftir Keir Starmer, sum í farna mánaði legði frá sær, bæði sum forsætisráðharri og formaður í Labour.

- Eg eri til reiðar, segði Andy Burnham á røðarapallinum, sambært BBC.

Hann rósti undanmanni sinum, Keir Starmer, fyri tíðina, hann hevur røkt formansstarvið, og vísti á, at Labour vann stórsigur á seinasta parlamentsvali.

Keir Starmer verður forsætisráðharri til mánadagin, tá hann væntandi fer til Charles kong at biðja um at verða loystur úr starvi.

Síðani fer Andy Burnham til kong, sum fer at biðja hann um at skipa nýggja stjórn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026