Norðuramerika sigur eisini nei til ætlanirnar hjá FIFA

Norðuramerika sigur eisini nei til ætlanirnar hjá FIFA
CONCACAF heldur, at fótbólturin eigur at koma fyrst
 
31.07.2026 - 14:42

Fleiri fótbóltssambond siga seg fara at atkvøða nei, til ætlaninar hjá FIFA um at seta FIFA FORWARD ENTERPRICE á stovn og selja umleið 20 prosent av tí til privatar íleggjaðar.

Eftir ætlan skal FIFA Forward Enterprise umsita øll handilslig rættindi, so sum sjónvarpsrættindi, stuðlar og atgongumerkjasølu. 

Um hetta skal gerast veruleiki skal ein meiriluti atkvøða fyri uppskotinum. FIFA hevur 212 limir og hvør limur hevur eina atkvøðu. Tað skulu sostatt 106 atkvøður fyri antin at samtykkja ella vraka uppskotið. 

Og sambært danska kringvarpinum eru tað í løtuni 90 limir, sum eru ímóti uppskotinum. 

Millum annað hevur UEFA vegna øll 55 limalondini í UEFA sagt at tey ikki taka undir við uppskotinum. 

Tað sama kann sigast um fótbóltssamgonguna fyri Norður-, Miðamerika og Karibia, CONCACAF, sum millum sínar 41 limir hevur USA, Kanada og Meksiko. 

Her varð avgjørt at vísa uppskotinum frá FIFA aftur við hesi grundgeving:

- Concacaf er eitt fótbóltssamband, sum er sameint av kærleikanum til fótbóltin, har fótbólturin altíð kemur fremst.

- Á fundinum vóru limirnir stúrnir um vantandi rættargongd í sambandi við uppskotið, tí óvanliga stuttu freistina og vantandi viðgerð ella góðkenning frá teimum viðkomandi stýrislimunum hjá FIFA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493