Forboð virkar illa

Forboð virkar illa
Børn undir 16 ár í Avstralia finna sær útvegir at snúgva seg uttan um forboðið at vera á sosialum miðlum
 
02.08.2026 - 14:52

Í Avstralia settu mynugleikarnir í desember forboð í verk, so ung undir 16 ár ár ikki skuldu brúka sosialar miðlar.

Men nú vísir ein kanning, sum varð gjørd fyrstu tríggjar mánaðirnar eftir forboðið kom, at tað virkar illa, tí tølini siga, at 8 av 10 ungum framvegis brúka sosialu miðlarnar, skrivar Danmarks Radio.

Forboðið umfataði miðlar sum Tiktok, Snapchat, Instagram, Facebook og YouTube. 

Tað eru fyritøkurnar aftan fyri miðlarnar, sum skulu syrgja fyri, at børn ikki sleppa at brúka teir. Ein orsøk, at børn framvegis brúka miðlarnar, er millum annað, at feløgini ikki megna at fáa aldurin váttaðan. 

Helvtin av teimum ungu hevði ongan fyrispurning fingið um aldur, meðan onnur bara høvdu upplýst, at tey vóru eldri.

Í juni boðaði avstralska stjórnin frá, at bøturnar til sosialu miðlarnar verða hækkaðar, um teir ikki gera sær ómak at halda tey ungu burtur. Miðlarnir kunnu vænta sær bøtur upp til 450 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786