- Eg sakni koyggjuna á Georg Stage

- Eg sakni koyggjuna á Georg Stage
Tað eru ov fáir ungir føroyingar, ið vita um møguleikan at royna seg á skúlaskipinum, halda tveir fyrrverandi næmingar
 
03.08.2026 - 10:45

Skúlaskipið Georg Stage hevur mangan vitjað í Føroyum, og nógvir føroyskir næmingar hava siglt við skipinum.

Í dag eru tó alt ov fá ung, sum kenna skúlaskipið. Tað halda Døgg úr Dímun og Polly Olevina Hummeland, ið báðar hava verið næmingar umborð.

Gerandisdagurin á Georg Stage er øðrvísi enn tað, tey flestu eru von við.

Sovið verður í heingikoyggju, tú sleppur í bað triðja hvønn dag, og tú skalt gera eftir boðum frá manningini.

Men tá tú hevur vant teg við lívið umborð, er tað ein fantastisk tilvera, halda tær báðar.

Tú lærir at leggja tín egna tørv til viks.

- Skipið fyrst, er hugburðurin.

Døgg og Polly eru á einum máli um, at tað er ein tíð áðrenn og eftir Georg Stage.

Tú broytist og mennist eftir eitt tílíkt skeið, og hetta áttu fleiri at roynt, eru fyrrverandi næmingarnir samdar um.
 

1825310

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086