Hartar landsstýrið fyri ov vánaliga kunning

Hartar landsstýrið fyri ov vánaliga kunning
Jenis av Rana, tingmaður, finst at landsstýrinum fyri ov vánaliga kunning, nú danski uttanríkisráðharrin hevur boðað frá einari verjuavtalu við Føroyar
 
03.08.2026 - 18:53

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin og limur í Uttanlandsnevndini, finst hvassliga at landsstýrinum, fyri ikki at hava kunnað nevndina nóg væl um eina komandi verjuavtalu millum Føroyar og Danmark.

Í orðaskiftinum í Løgtinginum í dag vísti hann á, at Uttanlandsnevndin átti at fingið betri kunning, nú danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Bruus, hevur boðað frá avtaluni.

Jørgen Niclasen, formaður í Uttanlandsnevndini, er tó ósamdur. Hann heldur, at landsstýrið í hesum førinum ikki hevði skyldu at kunna nevndina, og sambært honum byggir málið á eina misskiljing.

Jenis av Rana vísti eisini til eitt skriv frá Løgtingsskrivstovuni, sum limirnir í Uttanlandsnevndini hava fingið í sambandi við broytingar í Tingskipanini. Bæði hann og Jørgen Niclasen vísa til ásetingarnar í stýrisskipanarlógini, men tulka tær ymiskt.

Sambært Jørgeni Niclasen snýr málið seg eftir øllum at døma um óneyva kunning frá danska uttanríkisráðharranum, heldur enn um vantandi kunning frá landsstýrinum.

Hoyr innslag í tíðindinum á nátturða:

Jenis_av_Rana_um_ov_vanaliga_kunning_um_verjuavtalu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391