Fornminni funnin við Skansan

Fornminni funnin við Skansan
Skansin í Havn verður í løtuni umvældur og nógv áhugavert er longu komið undan kavi
20.08.2026 - 19:39

- Her eru ymisk ting, men hetta her er øgiliga áhugavert, tí hetta vísir beinleiðis til tá bretar vóru her, hetta eru patrónir, har tað stendur árrtal á, 1940 stendur her, sigur Helgi Michelsen, leiðari á fornfrøðideildini á Tjóðsavni Føroya.

Múrurin um Skansan skal umvælast av tí at partar av honum eru bólgnaðir somikið nógv út, at vandi er fyri, at hann kann rapa. Ætlanin er at taka partar av múrinum niður so hvørt, fyri síðani at laga hann upp aftur av nýggjum. Men áðrenn grótið verður tikið niður, má moldin innanfyri gravast frá. Og haðani koma fornfrøðiligar leivdir. 

- Tað sum vit vóna er, at vit kunnu koma at síggja eldri fasir av Skansanum. Og har er tað nemliga, at vit kunnu brúka hesar gripirnar at fortelja okkum, hvørjum tíðarskeiði vit eru í, sigur Helgi Michelsen.

Skansin varð bygdur í 16. øld eftir boðum frá Magnus Heinason, og hevur verið karmur um ymiskt hernaðarligt virksemi. Eisini hevur skansin virkað sum politistøð, pakkhús og fongsul. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858