Hósvíkar skúli og Hvalvíkar skúli skulu varðveitast

Hósvíkar skúli og Hvalvíkar skúli skulu varðveitast
Hóast Undirvísingarstýrið mælir til at leggja smáu fólkaskúlarnar saman við teimum størru, eru ongar ætlanir um at gera tað í Sunda kommunu
Fólk í Sunda kommunu eru nøgd við verandi skúlabýgnað við Hósvíkar skúla, Hvalvíkar skúla og Skúlanum við Streymin.
Mynd: Savnsmynd  
 
21.08.2026 - 17:50

- Barnaskúlarnir í Hósvík og Hvalvík, sum hava fyrsta til triðja flokk, skulu varðveitast.

Tað sigur Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sum ongar ætlanir hevur um at leggja teir báðar skúlarnar niður, og leggja skúlarnar saman við Skúlanum við Streymin.

Skúlarnir skulu halda fram sum sjálvstøðugir skúlar við egnari leiðslu, sigur borgarstjórin.

 


Eyðstein Zachariasen er borgarstjóri í Sunda kommunu.

 

Undirvísingarstýrið mælir til at leggja skúlar saman

Stjórin í Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, mælir til at leggja smæstu fólkaskúlarnar saman.

Í tíðargrein í Sosialinum í dag mælir stjórin til at avmarka talið á  skúlum til í mesta lagi tjúgu skúlar við í minsta lagi hundrað næmingum. Skúlar fáa betri førleikar við at savna næmingar í størri skúlum, sigur hann.


Hjalmar Hansen er stjóri í Undirvísingarstýrinum.


Men sambært Eyðsteini Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, eru fólk í kommununi nøgd við verandi skúlabýgnað við Hósvíkar skúla, Hvalvíkar skúla og Skúlanum við Streymin.

Tað hevur áður verið talan um at leggja skúlarnar í Hósvík og Hvalvík niður og savna skúlagongdina í Skúlanum við Streymin, men eftir at fólk í kommununi tóku støðu í 2016, var niðurstøðan, at skúlarnir báðir skuldu varðveitast.

Skúlin í Hvalvík er nú í ringum standi og skal umvælast í næstum. Avgerðin um at varðveita skúlan stendur við, sigur Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri.

 

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096