Fleiri fólk og fleiri lønir

Fleiri fólk og fleiri lønir
Starvsfólkaskarin veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður 
14,2 milliardir krónur í lønum.
 
22.08.2026 - 12:38


Starvsfólkaskarin veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. 

31.102 fólk vóru í tí, Hagstovan kallar starvsfólkaskarin, í juli, 505 fleiri enn í juli í fjør.

Vøksturin er 1,7 prosent.

Talan er um 16.000 menn og 15.000 kvinnur.

Vøksturin hetta seinasta árið er fýra ferðir størri hjá monnunum. 

Fólk uttan bústaðartilknýti eiga størra partin av vøkstrinum.

Í juli vóru tey sløk átta prosent av starvsfólkaskaranum. 

Tey vóru 2.343. 

Triðja hvørt starvsfólk uttan bústaðartilknýti starvast í framleiðsluvinnuni.

Fyri at hava bústaðartilknýti skal fólk hava búð helvtina av lívinum ella sjey av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. 
 

Yvir 14 milliardir í lønum

14,2 milliardir vóru goldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar.

Vøksturin er 6,1 prosent, 803 milliónir krónur.

Hjá monnum er hann sjey prosent og hjá kvinnum fimm prosent. 

Botnfiskiveiða átti slakan triðing av lønarvøkstrinum.

Menn fáa meira í løn enn kvinnur.

Teir fáa 62 prosent.

Í lønarvøkstrinum áttu teir 68 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858