Herverk á vatnveiting hjá Bakkafrosti

Herverk á vatnveiting hjá Bakkafrosti
Umstrídda vatnið í Skálavík er aftur á breddanum, nú herverk er framt á vatnskipanina hjá Bakkafrosti
24.08.2026 - 19:25

Mikunáttina gjørdi onkur seg inn á vatnleiðingina, sum leiðir vatn til smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík. 

Tí eru fleiri túsund tons av vatni runnin á sjógv heldur enn á smoltstøðina. 

- Skelkandi, sigur Rúni Olsen, alistjóri á landi hjá Bakkafrosti í Skálavík. 

Tað var í farnu viku, at Bakkafrost fyri fyrstu ferð skuldi royna nýggju vatnleiðingina oman til smoltstøðina í Skálavík.

Ein vatnleiðing, sum ósemja leingi hevur verið um at nýta til virksemið hjá Bakkafrosti. 

Og soleiðis, sum hendingin er farin fram, heldur Rúni Olsen ikki, at hetta kann vera hent av misgáum. 

- Vit hava tveir brunnar og í alt fýra ventilar. Av tí at frástøðan millum brunnarar er eini 20 minuttir til gongu ella nakað styttri við einum ATV-akfari, so er tað tilvitað, at mann fer frá tí eina til hin at loysa ventilarnar, sigur Rúni Olsen.

Hvør tað er, sum stendur aftanfyri herverkið, vil Bakkafrost ikki gita um. Málið er meldað til løgregluna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025