Hearts vil hava Aron Benjaminsen

Hearts vil hava Aron Benjaminsen
Skotska stórfelagið Hearts arbeiðir við at fáa 18 ára gamla Aron Benjaminsen úr Víkingi til felagið, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur í næstu viku
Aron Benjaminsen hevur verið sera eyðsýndur í føroysku kappingini í ár
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
24.08.2026 - 19:38

Skotska felagið Hearts hevur stóran áhuga í føroyska U21-landsliðs- og Víkingaspælaranum, Aron Benjaminsen, og roynir í løtuni at fáa eina avtalu í lag við Víking.

Tað skriva fleiri skotskir miðlar, millum annað Edinburgh News.

Sambært skotskum miðlum er Aron Benjaminsen funnin við hjálp frá Jamestown Analytics, sum arbeiðir við dátugrundaðari spælaraleiting fyri Hearts.

18 ára gamli vongurin hevur skorað níggju mál, og lagt upp til átta mál í 25 dystum fyri Víking í ár. 

Skotskir miðlar skriva, at Aron Benjaminsen verður mettur sum eitt av størstu ungu talentum í føroyskum fótbólti, og onnur útlendsk feløg hava eisini víst honum áhuga, men Hearts verður tó mett at vera favorittur at fáa undirskriftina hjá Aroni. 

Steypafinalan kann órógva
Skotska flytingarvindeygað letur aftur hósdagin 3. september klokkan 17, og Víkingur vil, sambært Edinburgh News, fegin hava Aron Benjaminsen tøkan til steypafinaluna móti KÍ tann 5. september. Men skal hann til Hearts, so má flytingin avgreiðast áðrenn skotsku freistina.

Aron Benjaminsen hevur sáttmála við Víking í tvey ár afturat, og Hearts sær føroyska spælaran sum eina íløgu, ið kann mennast í skotskum fótbólti og seinni hava stórt virði fyri felagið, skrivar Edinburgh News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290