Evropeiska summarið endaði við vónbroti

Evropeiska summarið endaði við vónbroti
KÍ tapti seinna røkkstøkk-dystin ímóti Riga FC og rakk tí ikki málið um Conference-deildarspæl í heyst
Mynd: Krohnberg Photography/KÍ  
 
28.08.2026 - 08:00

KÍ verður ikki við í Conference League-deildarspælinum í heyst. 

Í gjár taptu klaksvíkingar 2-1 fyri Riga FC í seinna røkkstøkk-dystinum, og við tapinum hvarv møguleikin at sleppa í deildarspæl fyri aðru ferð.

KÍ skuldi vinna onkursvegna, men fekk eitt skot fyri bógvin, tá Reginaldo Ramires legði heimaliðið framum beint eftir steðgin. Hetta var í samsvari við leikgongdina, tí heimaliðið var greitt omaná fyri steðgin. 

Klaksvíkingar raknaðu við aftur eftir hetta, og miðskeiðis í seinna halvleiki javnaði Páll Klettskarð við sínum 16. evropeiska málið eftir gott KÍ-spæl.

Eitt korter fyri leiklok fekk Andres Salazar reytt kort, men KÍ megnaði ikki at gera sær dælt av yvirtalinum. Í staðin avgjørdi Salah Oulad dystin beint fyri leiklok.

Nakrar minuttir seinni var greitt, at bólkaspælið í 2023 framvegis stendur sum tað einasta hjá einum føroyskum felag, og at KÍ nú skal savna seg um steypafinaluna og dystin um meistaraheitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928