- Tíðindi, mentan og ítróttur
Drona við spreingievni í Leipzig var russisk
Týskarar siga seg kunna prógva, at tað vóru russar, sum í seinasta mánað royndu at leypa á floghavnina í týska býnum Leipzig við eini dronu, sum var full av spreingievni.
Dronan bleiv funnin nær við eitt ukrainskt flogfar, men tað eydnaðist týskum spreingievna-serfrøðingum at taka løðingina sundur.
Á tíðindafundi týsdagin segði týski innanríkisráðharrin, Alexander Dobrindt, at tey høvdu funnið ymiskt í dronuni, sum tey kendu aftur frá øðrum russiskum hybrid-álopum, millum annað frá krígnum í Ukraina, og niðurstøðan hjá týsku samveldisstjórnini er, at dronan er russisk.
Russiski uttanríkisráðharrin, Johann Wadephul, segði á tíðindafundinum, at Russiska aðalkonsulátið í Bonn verður latið aftur 18. september, og at sáttmálin um "Tað Russiska Húsið" í Berlin verður sagdur upp aftur fyri miseydnaða russiska álopið.
Tað Russiska húsið í Berlin lat upp í 1984, og er ein týðandi mentanardepil í Berlin umframt at vera miðdepil fyri mentanarliga sambandinum millum Russland og Týskland.























