- Tíðindi, mentan og ítróttur
Moby Dick verður viðgjørd í nýggjari útvarpsrøð

Hvat ímyndar Moby Dick? Hetta er ein av mongu spurningunum, sum verða settir í nýggju útvarpsrøðini "Filosofiskur". Í sendingini fara Jógvan Hansen, námslektari, og Armgarð Arge at viðgera skaldsøguna Moby Dick eftir amerikanska rithøvundin Herman Melville og tær mongu tulkingarnar, sum søgan gevur høvi til.
Moby Dick, ið kom út í 1851, verður mett at vera ein tann týdningarmesta skaldsøgan í amerikanskum bókmentum í 19. øld. Skaldsøgan snýr seg um eina hvalaveiðuferð við skipinum Pequod og manningina umborð. Sjóferðin er als ikki vandaleys, men tað, ið ger hesa ferðina serstaka og vanlukkuliga, er at skiparin Ahab er helsettur av ynskinum um at koma hvíta augustinum Moby Dick til lívs.
Hvalaveiðan og lívið á sjónum eru karmur um søguna, men skaldsøgan nemur við nógv onnur evni. Í sendingini verður millum annað viðgjørt, hvussu Ahab fær slíkt vald á manningini, ið fyrilitarleyst setur øll atlit til viks fyri at náa einum, eftir øllum at døma, vitleysum máli.
Er Moby Dick íholdanin av tí onda?
Og so er afturvendandi spurningurin um, hvat hvíti augusturin ímyndar. Ahab vil honum til lívs, tí hvalurin á eini undanfarnari ferð hevur skrætt annað beinið av honum. Men hvalurin tykist eisini at ímynda nakað meira. Er hann kanska íholdanin av tí ónda, ella er hann í síðsta enda bert blind náttúra?
Í sendingunum verður eisini hugt at myndamálinum í bókini og teimum mongu tilsipingunum. Millum annað kunnu nevnast Gamla Testamentið, Shakespeare, heimsbókmentir, heimspeki, náttúrufatan og mangt annað.
Tað er ikki neyðugt at hava lisið Moby Dick frammanundan fyri at fylgja við í sendingunum. Tað kann tó vera hent at kenna søguna.
Vónleyst er í nøkrum fáum sendingum at fáa alt við, men ætlanin er at lýsa nakar av smáflatunum á tí fjølbroytta gimsteininum, ið skaldsøgan Moby Dick er. Tað er okkara fatan, skaldsøgan hevur væl meira enn onki at siga okkum meira enn hálvaaðru øld eftir, at hon sá dagsins ljós.
Filosofiskur verður í útvarpinum sunnudagar klokkan 14.05.







