Føroyameistararnir í sandflogbólti funnir

Føroyameistararnir í sandflogbólti funnir
Fyrstu føroyameistaraheitini í sandflogbólti vórðu avgjørd við finaluvikuskifti í sandflogbólti um vikuskifti
 
06.09.2026 - 13:42

Fyrstu føroyameistararnir í sandflogbólti vórðu funnir um vikuskiftið.

Eftir seks FM-stevnur í summar, vórðu finalurnar spældar í Koksinum í Fuglafirði.

Hjá monnum vunnu Bjarni Larsen og Oleksandr Dmytriiev kappingina. Teir báðir vunnu stórsigur á Jónstein Jacobsen og Sofus B. Mortensen við settúrslitunum 21-13 og 21-7. Kaj Johannesen og Elias B. Jensen gjørdust nr. 3 í samlaðu kappingini.

 

 

Jakobina og Milja bestar

Jakobina Joensen og Milja Silvansdóttir vóru bestar hjá kvinnum.

Tær báðar, sum vanliga spæla við KÍF, vunnu 2-0, men munurin var ikki eins stórur og hjá monnum. Settini endaðu nevniliga 21-15 og 21-19.

Hetta var fyrsta árið, at Flogbóltssamband Føroya skipaði fyri FM í sandflogbólti, sum eisini verður at síggja á oyggjaleikunum næsta summar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485