Haraldur kongur V av Noregi fer til gravar

Haraldur kongur V av Noregi fer til gravar
Kringvarp Føroya samsendir í morgin við NRK beinleiðis frá jarðarferðini hjá Haraldi kongi V. Sendingin byrjar klokkan 11.
Haraldur kongur V andaðist á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo 28. august.
Mynd: Kimm Saatvedt / Det kongelige hoff  
 
08.09.2026 - 11:40

Í morgin, mikudagin 9. september, verður Haraldur kongur V av Noregi borin til gravar.

Klokkan 11 verður høvuðsportrið á slottinum latið upp, og ein sorgarsalva við 21 skotum verður skotin frá Akershus festningi. Síðan verður kistan hjá konginum flutt úr slottinum til Oslo dómkirkju.

Klokkan 12 byrjar statsjarðarferðin við einari almennari hátíðarløtu og gudstænastu í dómkirkjuni.

Eftir hátíðarløtuna, umleið klokkan 13, verður kistan flutt úr dómkirkjuni til Akershus.

Jarðarferðin kann síggjast í sjónvarpinum og verður eisini stroymd beinleiðis á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329