Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið samráðast í dag

Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið samráðast í dag
Væntandi verður lønarkarmurin kendur í fyrstu vikuni í oktober, tá endaligu tølini fyri inflatión og produktivitet eru tøk
Sáttmálin millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið fer úr gildi 1. oktober.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.09.2026 - 08:00

Samráðingarnar vera í dag millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið um nýggjan sáttmála.

Avtala er longu gjørd um, hvussu lønarkarmurin verður ásettur. 

Tí eru samráðingarnar nú bara um sjálv sáttmálaviðurskiftini.

Væntandi verður lønarkarmurin kendur í fyrstu vikuni í oktober, tá endaligu tølini fyri inflatión og produktivitet eru tøk, sigur Starvsfelagið.

 

12 fakfeløg við

12 fakfeløg gjørdu fyrr í ár fimm ára avtalu við Fíggjarmálaráðið um lønarkarm.

Mánadagin vera samráðingar millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið er ikki við í avtaluni um lønarkarm.

Galdandi sáttmálar hjá Starvsfelagnum við báðar almennu arbeiðsgevararnar vara til 1. oktober.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846