Skuldsett eiga ikki at síggja videoavhoyringar

Skuldsett eiga ikki at síggja videoavhoyringar
Barnaverndarstovan hevur sent Rættarnevndini viðmerkingar um videoavhoyring av børnum. Fakfólk eru ikki á einum máli um avhoyringarnar
Oddbjørg Balle er leiðari á Barnaverndarstovuni, sum hevur gjørt viðmerkingar til málið um videoavhoyringar av børnum
 
13.01.2014 - 07:52

Tey, sum eru ákærd ella skuldsett fyri at hava gjørt seg inn á børn, eiga ikki at sleppa at síggja videoavhoyringar av børnunum beinleiðis.

Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni, hevur sent Rættarnevndini hjá løgtinginum viðmerkingar um videoavhoyring av børnum.

Videoavhoyring av børnum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, er við í avlurtingarpakkanum, sum er til viðgerðar í løgtinginum. Fakfólk eru ikki samd um, antin tey ákærdu ella skuldsettu eiga at síggja og hoyra videoavhoyringar beinleiðis. Tað hevur við sær bæði fyrimunir og vansar, sigur leiðarin á Barnaverndarstovuni.

Sleppa undan fleiri avhoyringum

Fyrimunurin er, at sleppast kann undan fleiri avhoyringum.  Men tað kann elva til ótta og ótryggleika hjá barninum, um tað veit, at tann ákærdi ella skuldsetti sær avhoyringina samstundis sum barnið verður avhoyrt.

- Eftir at hava kannað málið nærri og hugsað meg um, er okkara tilmæli, at ákærdi ella skuldsetti ikki skal hava møguleika at síggja avhoyringina beinleiðis, sigur Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni.

Í Danmark sleppa ákærd ella skuldsett ikki at síggja videoavhoyringar av børnum beinleiðis, men verjin hjá teimum sleppur. Videoavhoyringar verða gjørdar, so børn sleppa undan at verða avhoyrd á rættarfundi.        

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928