Shefa-kaðalin settur til aftur

Shefa-kaðalin settur til aftur
Umvælingin gjørdist drúgvari enn væntað, og kaðalin verður lagdur av nýggjum, har tað er mest árent
 
13.01.2014 - 11:48

Um vikuskiftið varð Shefa-kaðalin umvældur, so hann nú aftur virkar, sum hann skal. Tað boðar Føroya Tele frá fyrrapartin

Shefa-kaðalin slitnaði 28. desember, stutt úr landi á Oyrknoyggjum, har tey flestu brekini hava verið, síðani kaðalin var lagdur. Shefa-kaðalin er slitnaður 15 ferðir síðani 2007. Hann gongur úr Føroyum til Hetlands, síðani til Orknoyggjarnar, og fer so í land í Norðurskotlandi. 

Men av tí at brotið hesa ferð var inni við land, gjørdist umvælingin heldur truplari.

Umfatandi umvæling

Eitt kaðalskip kom annars skjótt til økið, og fólk frá Føroya Tele hava verið á staðnum. Men av tí at arbeiðið gjørdist so umfatandi, hevur tað tikið útvið 14 dagar at umvæla kaðalin. Seinnapartin gjár varð Shefa-kaðalin settur til aftur, og virkar nú, sum hann skal.

Føroya Tele hevur orsakað av mongu brekunum, gjørt av at leggja Shefa-kaðalin av nýggjum, har tað er mest árent. Hetta arbeiðið er byrjað. Kanningar verða gjørdar, og síðani verður farið at gera arbeiðið, sum vónandi verður liðugt í ár, sigur Føroya Tele. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751