Vitlíkisstrategi fyri undirvísing á lærustovnum

Vitlíkisstrategi fyri undirvísing á lærustovnum
Strategiin er býtt upp í fýra átøk: Undirvísing og læring, Eftirmeting og próvtøkur, Førleikamenning og Gransking og miðling
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, var eisini við, tá vitlíkisstrategiin varð løgd fram.
 
18.09.2026 - 09:40

Ein nýggj vitlíkisstrategi skal syrgja fyri, at føroyski undirvísingargeirin kann nýta vitlíki á skilagóðan hátt.

Í gjár varð ein nýggj vitlíkisstrategi løgd fram, sum skal gera vitlíki til ein gagnligan og innbygdan part av undirvísingini á føroyskum lærustovnum. 

 


Eyðun Gaard, stjóri í Námi, er formaður í stýrisbólkinum, sum hevur gjørt vitlíkisstrategiina.

 

Nýggja vitlíkisstrategiin er býtt upp í fýra strategisk átøk, sum eru: Undirvísing og læring, Eftirmeting og próvtøkur, Førleikamenning og Gransking og miðling. 

Undir hesum fýra átøkunum eru so ymiskar verkætlanir, sum skulu røkka lutvísu málunum, sum eru sett fyri ávikavist 2027, 2029 og 2032. 

Eitt av mest átrokandi átøkunum er Eftirmeting og próvtøkur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18092026_Vitliki

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232