- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærarar vilja hava arbeiðstelefon
Lærarar vilja hava arbeiðstelefon
Tað hevur vundið upp á seg at ringja til lærarar uttan fyri arbeiðstíð, sigur formaðurin í Lærarafelagnum

Endamálið við at hava eina arbeiðstelefon er at fáa greiðari skilnað ímillum, nær lærarin er til arbeiðis, og nær lærarin hevur frí. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
22.09.2026 - 13:37
Lærarafelagið mælir til, at lærarar fáa arbeiðstelefon, sum bara verður tikin ávísan part av degnum.
Sambært formanninum í Lærarafelagnum hevur tað vundið nógv upp á seg at ringja til lærarar uttan fyri arbeiðstíð. Og ringt verður á privata telefonnummarið hjá læraranum.
Endamálið við at hava eina arbeiðstelefon er at fáa greiðari skilnað ímillum, nær lærarin er til arbeiðis, og nær hann hevur frí.
Eitt amboð hjá læraranum er at hava arbeiðstelefon í arbeiðstíðini, sigur Jákup Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
22092026_Laerarar_og_arbeidstelefon
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















