Atlants Kolvetni borar í Barentshavinum

Atlants Kolvetni borar í Barentshavinum
Boringin er mett at vara 50 dagar, og dýpið er 340 metrar.
 
14.01.2014 - 10:51

Virksemið hjá Atlantic Petroleum í Norra byrjaði av álvara í morgun, tá byrjað varð at bora Langlitinden brunnin í Barentshavinum.

Atlantic Petroleum eigur tíggju prosent av loyvinum. Felagið ber tí tíggju prosent av kostnaðinum. Men verður olja funnin, fær Atlantic Petroleum tíggju prosent av inntøkunum.

Ikki stórar útreiðslur

Útreiðslurnar verða tó ikki so stórar. Gevur leitingin einki úrslit, fáa feløgini 78 prosent av útreiðslunum úr norska statskassanum.  Boringin í Barentshavinum er mett at vara 50 dagar. Dýpið er 340 metrar.

Langlitinden brunnurin er tann fyrsti av fýra, sum Atlantic Petroleum eigur lut í nú í 2014. Atlantic Petroleum verður við í einum brunni í Onglandi og einum í Føroyum í vár og einum í Norra í heyst.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650