Bústaðir keypa íbúðir fyri slakar 40 mió. kr

Bústaðir keypa íbúðir fyri slakar 40 mió. kr
1200 fólk vilja hava leigubústað í Suðurstreymoy
Mynd: Skyn  
 
14.01.2014 - 14:07

Bústaðir hava keypt 24 íbúðir á Heimasta Horni í Havn frá SP/F Íbúðium Undir Gráasteini, ið BankNordik hevur fíggjað.

Talan er um Heimasta Horn nr. 36 og nr. 38, ið eru vestastu eindirnar í byggingini, eru høvuðsumvældar. Bústaðafelagið yvirtekur nú íbúðirnar. Søluprísurin er 38,4 mió. krónur.

1200 limir

Bústaðafelagið, sum fór at tekna limir í heyst, hevur umleið 1200 limir, ið vilja hava leigubústað í Suðurstreymoy. Hóast fleiri verkætlanir eru á veg í Havn, gongur eitt ár, til tær fyrstu íbúðirnar verða tøkar.

- Keypið ger, at vit kunnu framskunda okkara útboð av leigubústøðum í høvuðsstaðarøkinum, og møta stóra eftirspurninginum, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum.

Væntandi verða íbúðirnar á Heimasta Horni klárar at flyta inn í fyrst í mai mánaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650