- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðareiðistunnilin fingið radioskipan
Viðareiðistunnilin fingið radioskipan
Skipanin er tann nýggjasta av sínum slagi, og hon kostar 1,4 mió. kr.

Orsøkin til, at radioskipanin kemur nøkur ár eftir at bergholið kom, er, at tøknin var ikki við í upprunaligu bergholsverkætlanini.
Mynd: Landsverk
28.09.2026 - 08:10
Nú er radioskipan komin í bergholinum til Viðareiðis.
Og tilbúgvingin kann brúka hana.
Skipanin er tann nýggjasta av sínum slagi. Hon kostar 1,4 mió. kr.
El-Service stóð fyri arbeiðinum.
Ikki við í upprunaligu ætlanini
Orsøkin til, at radioskipanin kemur nøkur ár eftir at bergholið kom, er, at tøknin var ikki við í upprunaligu bergholsverkætlanini.
Enn eru berghol, sum ikki hava radioskipan.
Tørvurin verður mettur so hvørt, sigur Landsverk.
Men tilbúgvingin og fólk á staðnum hava saknað radioskipan í Viðareiðisbergholinum, sigur Landsverk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























