- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gingu plankan út til samansjóðing í Vági
Føroysku hondbóltskvinnurnar vandu ikki bara, tá tær settu hol á EM-fyrireikingarnar í Føroyum í síðstu viku.
Stórur dentur varð lagdur á Team Building ella samansjóðing, og hópurin brúkti tveir dagar í Vági, har tær millum annað fingu seg royndar við øðrvísi uttandura uppgávum í bygdini.
- Vit mugu læra okkum at vera góð á øllum møguligum parametrum. Millum annað innafyri samstarv, og hvør spælari má eisini læra seg at reflektera um sínar handlingar, segði Jens á Skipagøtu, sum er mentalur venjari hjá HSF.
Eitt av endamálunum við uppgávunum er, at noyða spælararnar burturúr sínum vanligu leiklutum og yvir í leiklutir, har teir kanska ikki kenna seg tryggar.
- Teir persónarnir, sum vóru saman, líktust mest hvørjum øðrum, og uppgávan var so at royna at flyta fokus yvir á aðrar eginleikar enn teirra grundeginleikar, segði Jens á Skipagøtu.
Fara vit at síggja betri hondbólt av hesum her?
- Kanska, eg veit ikki, tað má tíðin vísa, segði Brynhild Pálsdóttir.
- Tað ivist eg ikki í fer at síggjast aftur. Annars høvdu vit ikki gjørt tað, legði Jans á Skipagøtu afturat.




























