- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðmerkjari: Magdalena Andersson brúkar taktikk

Sosialdemokratarnir í Svøríki við Magdalenu Andersson á odda hava givið skarvin yvir at skipa stjórn í Svøríki.
Tað boðaði Magdalena Andersson frá í morgun.
- Eg haldi, at hetta er taktikkur, sigur Inna Törnroos, samskiftisráðgevi í Stokkhólmi.
Inna Törnroos.
Hon heldur, at Magdalena Andersson bara er givin fyribils við royndunum at skipa stjórn.
Val var í Svøríki 13. september, og reyð-grøni vongurin fekk tepran meirluta. Magdalena Andersson fekk litið upp í hendur hendi at skipa stjórn. Tí var tað ikki væntandi, at hon longu nú gav skarvin yvir.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Ríkisdagurin hevur valt Andreas Norlén úr Moderata flokkinum til formann. Hann hevur verið formaður seinastu átta árini, og hesa ferð var hann eisini valdur við atkvøðunum hjá Vinstraflokkinum.



























