Suni Merkistein fingið M.A. Jacobsens virðislønina fyri mentanaravrik

Suni Merkistein fingið M.A. Jacobsens virðislønina fyri mentanaravrik
M.A. Jacobsens virðisløn fyri annað mentanaravrik 2026 er latin Suna Merkistein fyri hansara meistaraligu og dygdargóðu mentanarsendingar og frásagnir í Kringvarpi Føroya
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
01.10.2026 - 17:40

Tá Stórhøllin við Tjarnir stóð liðug, bleiv fjølmiðlarúmið uppkallað eftir Suna Merkistein. Rúmið eitur bara "Merkistein".

Nú hevur Kringvarpsmaðurin fingið handað M.A. Jacobsen virðislønina fyri mentanaravrik av Tórshavnar kommunu. 

Í grundgevingini stendur, at Suni Merkistein hevur við sínum arbeiði og sendingum gingið undan og varpað ljós á søguligar, mentanarligar og listaligar varðar í føroyska samfelagnum.

 

Virðismikil dokumentarisma

Talan er um týðandi og virðismikla dokumentarismu, ið hevur stórt samfelagsligt virði.

Sendingarnar varðveita og hjúkla um mál, mentan, siðaarv og samleika føroyinga.

Tær bera brá av ídni og eldhuga – frá hugskoti og handriti til endaliga úrslitið.

Evnini, ið lýst verða, spenna víða og fevna við sama sóma og virðing ta breiðu, fólksligu mentanina og hámentanina.

 

Gott føroyskt mál í hevd

Eisini ítróttafrásagnir Suna Merkisteins eru dømi um tað. Stílurin er egin og hugflogið stórt.

Málsliga er Suni Merkistein kringur sum fáur. Málið er livandi. Gott, gamalt føroyskt verður hildið í hevd, men nýggj orð og brigdi troka seg eisini á.

Við síni eyðkendu rødd, stóra orðfeingi og dárandi kynstri at siga søgur hevur Suni Merkistein í áratíggju rúnabundið og ríkað føroyingar.

M.A. Jacobsens virðislønin er 75.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302