Breddin: Føroyskir vinnumøguleikar í Grønlandi

Breddin: Føroyskir vinnumøguleikar í Grønlandi
Umleið 120 vinnulívsfólk hava verið í Grønlandi seinastu dagarnar, og avtala er gjørd um at styrkja bondini millum vinnulívið í báðum londum
Umleið 120 vinnulívsfólk úr Føroyum hava seinastu dagarnar verið við á stórum vinnuátaki í Grønlandi, við Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, á odda.
 
02.10.2026 - 09:00

Í dag seta vit Grønland á Breddan.

Umleið 120 vinnulívsfólk úr Føroyum hava síðstu dagarnar verið við á stórum vinnuátaki í Grønlandi.

Í gjárkvøldið undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Grønlands Erhverv eina samstarvsavtalu, sum skal styrkja bondini millum vinnulívið í báðum londum. 

Tað er nógv virksemi í Grønlandi, og risa íløgur skulu gerast á fleiri økjum. Talan er um útbyggingar á orkuøkinum, teleøkinum og infrakervinum sum heild.

Eisini skulu nógvir pengar brúkast til at fáa gongd á eina námsvinnu í Grønlandi. Ferðavinnan skal mennast, og eisini skulu nógvir bústaðir byggjast og aðrir umvælast. 

Aftrat øllum hesum koma tær útbyggingar, sum skulu gerast á trygdar- og verjuøkinum.

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339