Sement 2026, fyrsta umfar: Eimyrja gongur at kappingini

Sement 2026, fyrsta umfar: Eimyrja gongur at kappingini
Tað verður eimyrja og eldur aftur í Sement, tá fyrsta umfar verður í Reinsarínum í Havn í kvøld, tí tungu dreingirnir í Eimyrju vera við eins og Dóttir, Grótbrotið og onnur
 
03.10.2026 - 07:00

Í kvøld verður fyrsta umfar av Sement 2026, og fyrsta umfar bjóðar upp á alt frá tungmálmi til indie-popp og hipp hopp. 

Umfarið er tað fyrsta av trimum, áðrenn komið verður til finaluna. Øll umførini og finalan verða nú í oktober, og 21 tónlistanøvn kappast sum Sement-sigurin.  

Tað verður ein væl mannað dómsnevnd við kendu tónlistanøvnum, ið avgerð, hvør vinnur. Tey seks eru:

Elinborg Pálsdóttir, Niels Arge Galán, Anna Iachino, Danny Baldursson, Ísak Sambleben og Páll Oddur Rubeksen.

Vertur verður Lillian Dalsgaard úr Faroe5. 

Kringvarpið sendir og stroymir øll umførini og finaluna í sjónvarpinum. 

 

Her eru tey, ið luttaka í fyrsta umfari av Sement 2026:

 

Rasmus Vigant

Rasmus Vigant er spildurnýggj soloverkætlan. Løgini taka útgangspunkt í kenslum sum at blíva vaksin, kærleika og teimum smáu tingunum í gerandisdegnum.

Hóast hetta er fyrstu ferð, at Rasmus spælir sín egna tónleik alment sum einstaklingur, so telist hann millum teir meir royndu tónleikararnar.

Rasmus hevur m.a. spælt við bólkum sum Óró, Xperiment og Mark The Messenger. Og so er hann eisini kendur sum sjónvarpsvertur í barnasendingini Vinus og Vimús hjá KVF.

Vit gleða okkum at leggja pall til premieruna hjá Rasmusi sum einstaklingur. 

 

Dóttir

Súsanna Herálvsdóttir hevur luttikið á Sement fyrr, og hevur hon tá gjørt vart við seg, tó uttan at vinna. 

Talan er um popptónleik, sum hevur sínar røtur í tí alternativa, indie og folk. Tekstirnir snúgva seg um at missa fótafestið í egnum tankum og kenslum. Ja, tey innaru ódnarveðrini.

Tónleikurin, sum Dóttir fer at borðreiða við á Sement, verður at hoyra á komandi útgávu hennara Kavarok. 

Um Dóttir leverar, sum hon plagar, so vænta fyriskipararnir sær eina nærverandi, intensta og rørandi framførslu. 

Súsanna Herálvsdóttir: sang og gittar 
Aske Drost: elgittar og kór 
Bartal Læarsson: bass 
Niklas Jørgensen: trummur  

 

LES EISINI: Sement 2026: 21 spennandi tónleikanøvn fara at kappast um sigurin

 

Eimyrja 

Fyriskipararnir av Sement skriva um Eimyrja, at limirnir í bólkinum eru so tungir, at teir eta kornflakes við blýggi til morgunmat. 

Eimyrja telist millum fremstu tungmálsbólkar í landinum. Talan er um gott, gamalt metal. Her tosa vit um dundrandi dupultpedalir, tung riff og nógva orku! Róp og skrál, sum verður kryddrað við melodiskum brotum. 

Limirnir í bólkinum lova fólki eina orkubumbu í gronina.

Gerhard Páll Lognberg: sang og gittar
Áki Lützen: gittar
Jan Bolstad Anthoniussen: bass
Edvin H. Niclasen: trummur

 

Grótbrotið 

Onki er sum ungt og gott grótbrot. Vit hava alt for nógv gomul grótbrot í Føroyum, og tí er tvey ára gamla Grótbrotið úr Vágunum vælkomið.

Vit tosa um rokk og blues tónar, sum verða kryddaðir við tí legendariska vágasoundinum.

Og er tað nakað, sum eyðkennir Grótbrotið, so er tað spæligleðin og kærleikin til rokk og blues.

Hetta kann bara yvirraska positivt, og vit gleða okkum til at hoyra tað nýggja orkestriii har vestriiii.

Lukas Páll Wiberg: sang, gittar og munnharpu
Ólavur Kristian Ragnarson: bass
Ári Hattarstein Mittún: sologittar
Ari Høgnason: trummur

 

Claus í Grund 

Í grundini er Claus entreprenørur, men líka sum Clark Kent, so hevur hann eisini eina aðra síðu. Og hóast hann hevur ferðast 37 ferðir kring sólina, so eru tað fá, sum vita, at Claus bæði er tónleikari og sangskrivari.

Ná, men nú er tað ikki hemmiligt meir. Í dag sleppa fólk endiliga at uppliva hesa síðuna av Claus, har toftamaðurin fer at forkela okkum við singer/songwriter tónleiki.

Tað krevur dirvi at traðka fram í rampuljósið eftir 37 ár í skugganum. 

 

LES EISINI: Sement 2026: "Undirtøkan er merkiliga góð"

 

 

Nettup 

NETTUP er hip hop duo, sum er deiliga ósmæðin og full í karisma. Menninir handan duo'ina eru Lazar Ilic og Baldur Holm.

Við rappi, elektroniskum ljóðum og eksperimenterandi framleiðslu skapa teir eitt tungt, sýrutt og melodiskt ljóðunivers. Tekstunum og boðskapinum syrgir Lazar fyri, meðan Baldur syrgir fyri ljóðunum og ballar orðini inn í eitt heilt serligt ljóðunivers, sum ikki er hoyrt í Føroyum fyrr. 

Tað er nógv, sum bendir á, at hetta verður tað næsta stóra navnið í Føroyum, tí teir eru longu umbidnir, og teir fáa nógvar rósur á vegnum, har teir spæla.

  • Baldur Holm: elektronikk 
  • Lazar Ilic: sang

 

SÍ EISINI: UNDANFARNAR SEMENT-KAPPINGAR Á KVF SJÓN

 

Hvat: Sement, 1. umfar
Hvar: Í Reinsarínum, sjónvarpinum og á kvf.fo
Nær: Leygarkvøldið kl. 20
Luttakarar: Rasmus Vigant, Dóttir, Eimyrja, Grótbrotið, Claus í Grund, Nettupp
Dómarar: Elinborg Pálsdóttir, Niels Arge Galán, Anna Iachino, Danny Baldursson, Ísak Sambleben og Páll Oddur Rubeksen.
Vertur: Lillian Dalsgaard

 

Treytir fyri luttøku:

  • Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella hava fast tilknýti til Føroyar.
  • Framførslan má í mesta lagi vara 12 minuttir.
  • Øll løg skulu vera egin løg og ikki útgivin frammanundan.
  • Ein tónleikari kann luttaka í upp til trimum bólkum. Tó kunnu í mesta lagi tveir tónleikarar ganga aftur í somu bólkum.
  • Hevur ein bólkur vunnið Sement, skulu fimm ár ganga, áðrenn sami bólkur kann luttaka aftur.

 

Sement-vinnarar:
2025: Hans Andrias
2024: Gówa
2023: Aggrasoppar 
2022: Marius DC 
2021: Joe & The Shitboys 
2020: Tamara 
2019: Reality Bites 
2018: Fróði Bjarnason 
2017: Jasmin 
2016: Blusette 
2015: Konni Kass 
2014: Lyon and The Color Storm 
2013: The Absent Silver King 
2012: Sleepless Ghosts 
2011: Guðrun & Bartal 
2010: Hamferð 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115