Samgongan: Einki skrásett parlag

Samgongan: Einki skrásett parlag
Løgmaður ger nú greitt, at einki skrásett parlag ella hjúnalag millum samkynd verður samtykt undir hesar samgonguni
Løgmaður ger í dag greitt, at samkynt parlag verður ikki samtykt undir hesari samgonguni
 
05.08.2012 - 12:48

Skrásett parlag ella hjúnalag millum samkynd verður ikki samtykt undir hesari samgonguni. Tað ger Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og samgonguleiðari, greitt.

Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, segði við útvarpið fríggjadagin, at samgongan er samd um leistin í hesum málinum.

Hóast eitt slíkt uppskot neyvan kemur frá samgonguni, gloppar løgmaður, sum eisini er formaður í Sambandsflokkinum, dyrnar fyri sínum partamonnum í spurninginum um tey etisku málini. Teir gera sjálvir av, hvussu teir atkvøða, sigur hann.

Stendur á jøvnum

Formenninir í hinum báðum samgonguflokkunum, Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum og Kári P. Højgaard ur Sjálvstýrisflokkinum, hava sagt, at tað stendur til hvønn einstakan tinglim, hvussu hann atkvøður í hesum málinum.

Tað stendur mest sum á jøvnum í Løgtinginum, tá talt verður upp, hvussu nógv taka undir við samkyndum hjúnaløgum. 16 tinglimir eru fyri, 15 eru ímóti, og tveir vilja ikki siga, hvørja støðu teir hava.

Framsókn, sum er í andstøðu, hevur boðað frá, at flokkurin í hesari tingsetuni ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið, ið skal tryggjað samkyndum rættin at ganga saman í skrásett parlag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 39 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457