Sara skoraði tvey í toppdysti móti Køge

Sara skoraði tvey í toppdysti móti Køge
Sara Benjaminsen skoraði bæði málini fyri FC Nordsjælland, sum spældi javnleik í toppdystinum ímóti HB Køge í dag
Mynd: FC Nordsjælland  
 
04.10.2026 - 14:58

Evnaríka Sara Benjaminsen gjørdi vart við seg í toppdysti í bestu donsku fótbóltsdeildini í dag.

Bert 17 ára gamli føroyingurin skeyt tvey mál, tá FC Nordsjælland spældi javnleik í toppdystinum ímóti HB Køge. 

Sara Benjaminsen javnaði til 1-1, tá 12 minuttir vóru spældir, og eftir at navnframa Nadya Nadim hevði lagt Køge framum aftur, javnaði fyrrverandi Skála-spælarin eina ferð afturat til 2-2.

LES EISINI: Stórtalent tikin út til A-landsliðið

FC Nordsjælland, har Kára Sigurðsson eisini spælir, er nummar tvey í A-liguni, fýra stig aftanfyri júst HB Køge og eitt stig frammanfyri Brøndby.

Bæði Sara Benjaminsen og Kára Sigurðsson eru júst tiknar út til føroyska A-landsliðið fyri fyrstu ferð. Tær báðar skulu við til tveir venjingardystir á útivølli ímóti Andorra fyrst í oktober, sum eru liður í fyrireiking til Baltic Cup í Estlandi seinni í vetur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216834
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748