- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt valumfar í Brasil

Hvørki av valevnunum á forsetavalinum í Brasil í gjár fekk meira enn 50 prosent av atkvøðunum.
Tí verður nýtt valumfar 25. oktober.
Tá ið nærum allar atkvøðurnar vóru upptaldar, hevði avbjóðarin, Bolsonaro, fingið 47 prosent av atkvøðunum, og sitandi forsetin, Luiz Inácio Lula da Silva, hevði fingið 44 prosent.
Av tí at hvørgin fekk meira enn 50 prosent av atkvøðunum, verður valið avgjørt í seinna umfari 25. oktober, upplýsa valmyndugleikarnir í Brasil fyri tíðindastovuni Reuters.
Flavio Bolsonaro fekk 47 prosent av atkvøðunum. (Mynd: Nelson Almeida/AFP/Ritzau Scanpix)
Lula er sosialistur og ein av fremstu politikarunum á vinstravonginum í Latínamerika.
Bolsonaro er á høgravonginum og vil hava tætt samstarv við Trump-stjórnina. Jair, pápi Bolsonaro, var áður forseti, men er nú fongslaður fyri at hava roynt at fremja statskvett.
Brasil er størsta landið í Suðuramerika, og úrslitið fer at hava stóran politiskan týdning, ikki bara í Brasil, men eisini aðrastaðni í Suðuramerika og heiminum sum heild, skrivar NTB.


























