- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljósareyður oktober varpar ljós á bróstkrabba

Ljósareyður oktober varpar ljós á bróstkrabba, og Krabbameinsfelagið skipar í hesum sambandi fyri tiltøkum kring landið við serligum denti á felagsskap og rørslu.
Ein týðandi liður í arbeiðinum móti bróstkrabba er at finna sjúkuna tíðliga. Kvinnur í Føroyum millum 50 og 69 ár fáa annaðhvørt ár tilboð um mammografiscreening. Við screeningini ber til at síggja broytingar í bróstinum, áðrenn kvinnan sjálv kann merkja tær.
Men bróstkrabbi rakar eisini yngri kvinnur.
Súsan Joensen var 39 ára gomul, tá hon í desember 2015 fekk staðfest bróstkrabba. Síðani hevur hon verið opin um sína sjúkugongd og bæði bloggað og hildið fyrilestrar um evnið.
Í desember eru 11 ár liðin, síðani hon fekk staðfest sjúkuna. Í dag er Súsan Joensen krabbafrí, men hon hevur framvegis valt at siga sína søgu fyri at varpa ljós á bróstkrabba.
Sí innslag í Degi og Viku:
























