Hallur Hansson gevst at spæla fótbólt

Hallur Hansson gevst at spæla fótbólt
Fyrrverandi landsliðsliðskiparin Hallur Hansson hevur gjørt av at gevast at spæla fótbólti. Orsøkin er, at KÍ-miðvallarin hevur drigist við umfatandi skaðar í longri tíð
 
06.10.2026 - 11:44

Fyrrverandi landsliðsliðskiparin Hallur Hansson gevst at spæla fótbólt.

Orsøkin er, at KÍ-miðvallarin hevur drigist við umfatandi skaðar í longri tíð, og tí hevur hann tikið eina avgerð, sum hann "hevur verið noyddur at taka", skrivar heimasíðan hjá KÍ.

 - Eftir stóra skaðan í 2022, havi eg verið merktur av afturvendandi avbjóðingum við knænum og eftir skurðviðgerðir, sproytir og pínustillandi, er gerandisdagurin nú merktur av konstantari pínu, sigur Hallur Hansson við ki.fo.

Hallur Hansson fekk álvarsama knæskaðan í dysti fyri KR í Íslandi, og beint fyri landsdyst í Litava varð staðfest, at miðvallarstríðsmaðurin í minsta lagi mátti sita uttanfyri í eitt ár.

SÍ EISINI: - Eg var í knúsi

Fyri fýra árum síðan kom Hallur Hansson aftur úr Íslandi til KÍ, og er skrásettur fyri at hava spælt 80 dystir fyri felagið í Klaksvík. Lítil ivi er kortini um, at skaðin hevur gjørt, at hann ongantíð veruliga kom upp í fulla ferð í kongabláum.

 - Fólkini rundan um meg eiga nógv rós uppiborðið. Ikki hevur tað altíð verið lætt, sigur Hallur Hansson og takkar samstundis KÍ fyri tíðina.

 - Eitt framúr felag, sum bert hevur tað besta uppiborið.

Hallur Hansson spældi 76 landsdystir fyri Føroyar og skoraði fimm mál. Eitt av teimum var hendan perlan ímóti Kasakstan, sum Føroyar aftur spæla ímóti í dag.

 

260926_HALLURVSKAS

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234