SEV: Alt netið verður grivið niður um átta ár

SEV: Alt netið verður grivið niður um átta ár
Higartil eru 75 prosent av netinum lagt í kaðalar, sum eru grivnir niður
 
16.01.2014 - 08:53

El-linjurnar uttan fyri Havnina, sum fingu skaða í ódnini beint fyri jól, verða í næstum grivnar niður. Linjurnar, sum slitnaðu, tá tekjan reiv á Vinnuháskúlanum í Havn, vórðu umvældar, men tær verða í næstum grivnar niður, nú Sev ger eina vindmyllulund í Húshaga oman fyri Havnina.   

Nýggja vindmyllulundin verður bygd saman við eini koplingarstøð í Húsahaga, og tað er í tí sambandi, at  eitt strekki av netinum verður lagt í kaðal millum koplingarstøðina í Húshaga, Sundsverkið og koplingarstøðina í Varðagøtu í Havn.

Sambært Sev minkar talið av streymslitum, so hvørt el-linjurnar, sum fyrr hingu høgt uppi, verða grivnar niður. 

Eftir jólaódnina í 1988 fór Sev at leggja háspenningarlinjur í kaðalar. Umleið 75 prosent av netinum liggur nú undir jørð, og ætlanin hjá Sev er, at alt netið skal verða grivið niður um átta ár.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595