- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rubio: Ísland stóran týdning fyri trygdina

- Ísland hevur stóran týdning fyri trygdina í Norðuratlantshavi og í Arktis.
Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, í felags tíðindafundi í Reykjavík.
Rubio hevur hitt íslendska forsætisráðharran, Kristrún Frostadóttir, og uttanríkisráðharran, Thorgerður Katrín Gunnarsdóttir.
Amerikanski uttanríkisráðharrin eggjar til framhaldandi gott og tætt samstarv millum USA og Ísland.
Týdningarmikil staðseting
Hann vísir serliga á týdningarmiklu staðsetingina hjá Íslandi í Norðuratlantshavi og Arktis. Ísland hevur avgerandi týdning fyri at hava eftirlit við duldum og ólógligum virksemi í økinum, nú hóttanarmyndin er broytt, skrivar Reuters.
Vitjanin hjá Rubio í Íslandi kemur í kjalarvørrinum á, at amerikanski forsetin fyrst í september deildi eitt vitlíkiskort, har USA knappliga hevði lagt nærum alt Norðuramerika - og Ísland undir seg.
Tað gjørdi hann á sosiala miðli sínum, Truth Social.
Íslendski uttanríkisráðharrin boðsendi amerikanska sendiharran á fund og gjørdi greitt, at uppslagið var fullkomiliga óhóskandi, skrivar íslendska kringvarpið RÚV.




























