- Tíðindi, mentan og ítróttur
Italskt felag vil keypa føroyskt felag
Italskt felag vil keypa føroyskt felag
Eitt ognarfyrisitingarfelag, sum er skrásett í Milano í Italia, ætlar at keypa føroyska partafelagið GroAqua Group

07.10.2026 - 06:37
Eitt ognarfyrisitingarfelag, sum er skrásett í Milano í Italia, ætlar at keypa føroyska partafelagið GroAqua Group.
Ambienta og dótturfelagið BidCo 104 í Noregi ætla einsamøll at fáa ræði á GroAqua Group stendur í fráboðan til Kappingareftirlitið.
Keypið umfatar í høvuðsheitum marknaðir í Føroyum.
Keyparin er norska felagið BidCo 104, sum Ambienta eigur.
Keypið er ein av fýra yvirtøkum, sum Ambienta er í gongd við.
Hini tríggjar eru feløgini FLS, Smir og Bio Marine, sum øll eru í norsku alivinnuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























