Felag skal rinda 14 milliónir í skatti fyri veiðirættindi

Felag skal rinda 14 milliónir í skatti fyri veiðirættindi
Kærustovnurin hevur staðfest avgerðina hjá TAKS
Felagið kærdi til Kærustovnin, sum staðfesti avgerðina hjá TAKS.
 
07.10.2026 - 08:09

14 milliónir krónur í skatti fyri veiðirættindi, sum vóru seld við 28 milliónum í vinningi.

Tað segði TAKS.

Men felagið, sum seldi, segði, at sølan kom undir undantakið í lógini um skatting av vinningi av veiðirættindum.

Felagið kærdi til Kærustovnin.

 

Kærustovnurin staðfesti avgerðina

Men tað nyttaði einki, tí Kærustovnurin staðfesti avgerðina hjá TAKS.

Veiðirættindini byrjaðu sum menningarkvota, men vóru síðani umløgd til egna árskvotu. 

Kærustovnurin sigur, at Føroya rættur og Landsrætturin hava tikið yvirskipaða støðu til, hvussu lógargreinin um undantak skal skiljast. 

Og hetta málið skal skiljast sum dómsvaldið sigur, staðfestir Kærustovnurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011