Atlantic Petroleum fer aftur at leita eftir olju undir Føroyum

Atlantic Petroleum fer aftur at leita eftir olju undir Føroyum
Felagið verður partur av umsøkjarafelagnum, sum skal kanna, um grundarlag er fara víðari við oljuleitingini
Atlantic Petroleum er partur av felagi, sum ætlar at leita eftir olju á føroyska landgrunninum. (Savnsmynd)
 
07.10.2026 - 13:07

Atlantic Petroleum fer nú aftur at leita eftir olju á føroyska landgrunninum.

Felagið verður partur av umsøkjarafelagnum, sum skal byggja upp leitimið og kanna, um grundarlag er fyri at fara víðari við oljuleitingini við Føroyar.

Umsókn er latin Jarðfeingi, sum er føroyski myndugleikin á økinum.

 


Mourits Joensen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tað er gjørt gjøgnum eitt felag, sum í løtuni er undir stovnan. Atlantic Petroleum væntar at eiga 40 prosent av partapeninginum í umsøkjarafelagnum. Men Atlantic Petroleum skal ikki sjálvt rinda fyri henda partin - hinir partarnir í felagnum bera kostnaðin.

Tað eru fleiri viðurskifti, sum aftur gera økið á føroyska landgrunninum áhugavert, sigur nevndarformaðurin i í Atlantic Petroleum, Mourits Joensen.

Atlantic Petroleum hevur verið í fíggjarligum trupulleikum í longri tíð, men so forðar tað ikki nýggju ætlanunum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07102026_Oljuleiting

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688