Grønland vil eisini hava limaskap í WTO

Grønland vil eisini hava limaskap í WTO
Landsstýrið vil fyrst gera ein frágreiðing um fyrimunir og vansar við limaskapi, men Naleraq vil søkja um limaskap alt fyri eitt
Grønland ætlar nú eisini at søkja um limaskap í WTO, heimshandilsfelagsskapinum.
 
08.10.2026 - 07:47

Grønland ætlar nú eisini at søkja um limaskap í WTO, heimshandilsfelagsskapinum.

Men semja er ikki í landstinginum um mannagondina.

Flokkurin Demokraatit hevur uppskot um limaskap.

Men landstingið hevur samtykt eitt broytingaruppskot frá landsstýrinum.

Landsstýrið vil fyrst gera ein frágreiðing um fyrimunir og vansar við limaskapi.

Hon skal vera liðug næsta vár.

 

Vilja fyrireika umsókn alt fyri eitt

Flokkurin Naleraq vil fara í gongd við at fyrireika umsóknina um limaskap alt fyri eitt.

Grønland er við í WTO, tí Danmark er limur har.

Men Danmark er eisini í ES. Tað er Grønland ikki.

Danmark hevur latið ES handilsmálini.

Og Grønland er sjálvstøðugt tolløki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040