Mæla til at herða reglurnar um rúsdrekkasølu í Grønlandi

Mæla til at herða reglurnar um rúsdrekkasølu í Grønlandi
Heilsuráðið skjýtur upp, at tað almenna fær einkarrætt at selja rúsdrekka, at aldursmarkið verður hækkað upp í 21 ár
Formaðurin í heilsuráðnum sigur, at rúsdrekkanýtslan í Grønlandi ov stór, og hon hevur álvarsligar avleiðingar fyri børn og familjur.
Mynd: Sermitsiaq  
 
08.10.2026 - 14:52

Grønlendska heilsuráðið mælir til at herða reglurnar fyri sølu av rúsdrekka í Grønlandi.

Ráðið mælir millum annað til, at tað almenna fær einkarrætt at selja rúsdrekka, at aldursmarkið verður hækkað upp í 21 ár, og at rúsdrekka ikki verður selt í handlum um vikuskiftið.

Tað skrivar danska kringvarpið, DR, nú grønlendska heilsuráðið leggur fram sína árligu frágreiðing.

Sambært formanninum í heilsuráðnum, Kjeld Møller Pedersen, er rúsdrekkanýtslan í Grønlandi ov stór, og hon hevur álvarsligar avleiðingar fyri børn og familjur.

 

Málið aftur á breddanum

Trupulleikarnir við rúsdrekka eru aftur á breddanum í Grønlandi, eftir eitt dráp í Nanortalik í síðstu viku.

Ein 37 ára gamal maður varð dripin, og í kjalarvørrinum varð øll søla og skeinking av rúsdrekka fyribils bannað í kommununi Kujalleq í Suðurgrønlandi.

Sambært grønlendsku løgregluni er rúsdrekka uppi í meira enn helvtini av øllum kynsligum brotsverkum í landinum.

Tilmæli um at herða rúsdrekkalóggávuna í Grønlandi hava áður verið latin politisku skipanini, men enn er eingin politisk avgerð tikin um at seta tey í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392