- Tíðindi, mentan og ítróttur
Giktasjúklingur: Klimaviðgerðin er lívlinjan hjá mær
Giktasjúklingur: Klimaviðgerðin er lívlinjan hjá mær
Dávur Glerfoss harmast um, at játtanin er spard burtur á fíggjarlógini

Dávur Glerfoss.
09.10.2026 - 08:03
- At fáa klimaviðgerð er lívlinjan hjá mær.
Tað sigur Dávur Glerfoss, sum hevur gikt.
Hann harmast um, at játtanin til klimaviðgerð er strikað á fíggjarlógini næsta ár.
Dávur Glerfoss hevur verið sjukur, síðani hann var 14 ár.
Hann hevur eina autoimmuna sjúku, sum eitur Morbus Behterew - gikt í rygginum.
Heilivágur vísir seg ikki at hava nóg góða ávirkan, og tí er klimaviðgerðin avgerandi fyri hann.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
092026_Giskt_og_Glerfoss
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























