- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjørn Kalsø: Góð tíðindi fyri Kalsoynna

- Hetta eru góð tíðindi fyri Kalsoynna.
Tað sigur Bjørn Kalsø, sum fegnast um, at nú verða stig tikin til at fara undir at projektera Kalsoyartunnilin.
Bjørn Kalsø, sum býr á Syðradali, hevur leingi verið ein av forsprákarunum fyri, at Kalsoyartunnilin verður gjørdur.
Í tíðindunum í gjár segði Jacob Vestergaard, landstýrismaður í vinnumálum, at partafelagið Noroyðartunnilin skal fíggja og standa fyri projekteringini av Kalsoyartunnlinum.
Ætlanin er, at P.f. Norðoyartunnilin skal projektera Kalsoyartunnilin.
- At man nú hevur sett sær fyri, at Kalsoyartunnilin skal projekterast. er eitt stórt framstig, heldur Bjørn Kalsø.
Ætlanin um eina nýggja kalsoyarferju verður fyribils útsett, um farið verður undir at projektera Kalsoyartunnilin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:



























