- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tarira kom víðari í altjóða kórkapping í Grikkalandi

Føroyska sangkórið Tarira er í grikska býnum Kalamata og luttekur í Kalamata International Choir Competition and Festival. Kórið skrivar, at tey eru komin víðari í kappingini og eru nú við í høvuðskappingini, sum fer fram í dag.
Fyri lyri lítlari løtu síðan fingu vit orðið á Arinu Bischoff, sum syngur við í Tarira, júst eftir at framførslan hjá teimum var liðug.
Tarira skrivar, at tey hava luttikið í tveimum kategorium og hevur kappast ímóti 36 kórum úr 16 ymiskum londum úr øllum heiminum. Tarira hevur framført sjey ymisk verk, m.a. nútímans verk eftir griska tónaskaldið Panagiotis Theodossiou og eitt nýtt verk eftir føroyska tónaskaldið Tróndur Bogason til yrking úr Svørt Orkidé eftir Vónbjørt Vang.
Stóra finalan, har alt verður avgjørt, er í dag. Vit fingu orðið á Arinu Bischoff, sum syngur við í Tarira, beint eftir, at framførslan hjá teimum var liðug.
Hoyr samrøðu úr útvarpstíðindunum.



























