Floghavnin: Broyttar reglur í trygdareftirlitinum

16.01.2014 - 15:20
Innlendis›Samfelag
Floghavnin: Broyttar reglur í trygdareftirlitinum
1. februar verða reglurnar broyttar fyri flótandi løg í handviðførinum á flogvøllinum 

Nú ræður um at hugsa seg betur um, hvat tú hevur í handviðførinum, tá tú skalt gjøgnum trygdareftirlitið á flogvøllinum.

1. februar verða ES-reglurnar broyttar fyri, hvat tú hevur loyvi at hava við at flótandi løgi í handviðføri, og broytingin merkir, at tú nú sjálvur/sjálv skalt vísa løgin fyri eftirlitisfólkunum, á sama hátt sum tú higartil hevur tikið reimina úr buksunum, og hevur víst fram fartelefon og farteldu.

Flogvøllurin í Vágum sleppur undan krøvunum um stór at skanna viðførið. Men hinvegin er skulu trygdareftirlitisfólkini kanna viðføri hjá 40 prosent av ferðafólkunum, sum verða tilvildarliga vald.

Jákup Sverri Kass er stjóri í Vága Floghavn. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858