Svøríki: Stendur í botni í royndunum at skipa stjórn

Svøríki: Stendur í botni í royndunum at skipa stjórn
Forkvinnan í Javnaðarflokkinum sigur, at ymsar fortreytir skulu lúkast fyri at skipa stjórnarsamgongu
Magdalena Andersson helt tíðindafund, eftir at hon hevði greitt formannin í ríkisdegnum frá royndini at skipa stjórn.
Mynd: Jonas Ekstromer/TT/Ritzau Scanpix  
 
13.10.2026 - 14:11

Tað stendur í botni í royndunum at skipa stjórn eftir ríkisdagsvalið í september.

Hetta eru aðru ferð, at Magdalena Andersson, forkvinna í Javnaðarflokkinum, hevur fingið litið upp í hendur at skipa stjórn.

Hon sigur, at framstig eru gjørd, men ymsar fortreytir skulu lúkast, sum ríkisdagurin kann taka undir við.

Magdalena Andersson hevur verið hjá formanninum í ríkisdegnum, Andreas Norlén, og greitt honum frá støðuni.

 

Minniulutastjórn

Hon sigur, at hon er til reiðar lata ríkisdagin atkvøða um, hvør skal vera forsætisráðharri, við tí endamáli skipa eina sosialdemokratiska minnilutastjórn. 

Atkvøðgreiðslan verður hósdagin. 

Svenska kringvarpið veit at siga, at fleiri flokkar eru ímóti, at Javnaðarflokkurin skipar minnilutastjórn.

 

Tepur sigur

Reyð-grøni vongurin í ríkisdegnum vann tepran sigur á valinum 13. september. Hann fekk tilsamans 176 sessir.

Borgarligi vongurin og Svøríkisdemokratarnir fingu 173 sessir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851