Er eitt greitt mark millum áðrenn og aftaná krabba?

Er eitt greitt mark millum áðrenn og aftaná krabba?
Nýggja útvarpsrøð snýr seg um lívið eftir krabba og um tær avbjóðingar, sum kunnu fylgja við, tá viðgerðin er liðug
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.10.2026 - 11:40

Tá krabbameinsviðgerðin er av, byrjar ein nýggjur lívskapittul. Eitt áðrenn og eitt aftaná trínir innar. - Men hvat er áðrenn, og hvat er aftaná, og er veruliga eitt greitt skilamark millum hesi báðar tíðirnar? 

Áðrenn krabbameinið var lívið kanska ”bara” lívið. Arbeiði, familja, vinir, frítíðarítriv og gerandisdagur. Alt tað, sum fylti dagarnar, og alt tað, ein tók fyri givið. Men so kemur diagnosan, brádliga verður tilveran broytt, og verður fyri mong býtt sundur í eitt áðrenn og eitt aftaná. 

Men er veruliga eitt týðiligt og greitt linja skilamark millum lívið áðrenn og aftaná krabbamein?-  Ella eru hesi meira flættað saman, enn vit halda? 

Meðan sjúkan fyllir alt, verður lívið skipað eftir kanningum, viðgerðum, bíðitíð og svarum. Tankarnir snúgva seg um næstu viðgerð, næsta úrslit og vónina um at gerast frískur. Tað, sum áður var sjálvsagt, kennist knappliga óvist. 

Men hvat hendir, tá viðgerðin er liðug? Tá læknin sigur, at tú ert krabbafríur, og tey avvarðandi endiliga kunnu anda lættan? Er lívið tá aftur, sum tað var áðrenn? Ella er nakað broytt, sum ikki bara hvørvur, tí krabbameinið er burtur? Fyri summi gerst lívið eftir krabbamein ein nýggj byrjan. Hjá øðrum er hon merkt av seinárinum, ótta og einum veruleika, sum er øðrvísi enn hann, tey kendu áðrenn. 

Hoyr røðina Aftaná - Lívið eftir krabbamein, mikudagar kl. 16.05, og á KVF Ljóð tá tað passar tær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938