Ákæruvaldið vil hava føroyskar verjar

Ákæruvaldið vil hava føroyskar verjar
Landsrætturin hevur útsett eitt mál til mars næsta ár, tí annar danski verjin var veðurfastur, og hin fekk ikki broytt fráferðina úr Føroyum
Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, sigur tað vera sera óheppið, at sakarmálið um 5F-ADB, sum verður brúkt til at gera rúsevni, er útsett í Landsrætttinum.
 
14.10.2026 - 09:14

- Vit plaga at mótmæla, tá rættarmál, sum skulu viðgerast í Føroyum, hava danskar verjar. Tað ber til at fáa líka góðar føroyskar verjar, viðhvørt enntá betri.

Tað sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri.

Hon sigur tað vera sera óheppið, at sakarmálið um 5F-ADB, sum verður brúkt til at gera rúsevni, var útsett í Landsrætttinum.

Landsrætturin skuldi viðgera málið seinnapartin mánadagin og í gjár.

 

Veðurfastur

Men annar verjin, sum skuldi koma úr Danmark á middegi mánadagin, var veðurfastur, og kom ikki fyrr enn seint seinnapartin.

Og hin verjin, sum kom til Føroya longu fríggjadagin, kundi ikki útseta fráferðina hjá sær úr Føroyum.

Tí bar ikki til at brúka dagin í dag í staðin fyri mánadagin.

Teir báðir ákærdu vóru eisini komnir til Føroya.

Teir eru annars í varðhaldi í Danmark og fara aftur hagar. Báðir fingu 12 ár í Føroya rætti.

Nú kann Landsrætturin ikki viðgera mál teirra fyrr enn í mars næsta ár.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216834
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714