- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brimil verður ikki tøkur fyrr enn um 14 dagar
Brimil verður ikki tøkur fyrr enn um 14 dagar
Umvælingar- og eftirlitsarbeiðið taka longri tíð enn væntað. Tjaldrið verður ikki tøkt, fyrr enn komið er væl inn í november

Brimil og Tjaldrið liggja framvegis.
14.10.2026 - 13:30
Vaktarskipið Brimil, sum eftir ætlan skuldi vera tøkt aftur í morgin, verður ikki klárt fyrr enn um einar 14 dagar
Tað sigur Jóhan Simonsen, fyribilsstjóri á VØRN.
Metingin um, nær arbeiðið skuldi vera liðugt, hevur verið heldur bjartskygd, sigur hann:
14102026_Johan_1
Jóhan Simonsen.
Brimil hevur ikki verið tøkur síðani í summar í sambandi við stórt viðlíkahalds- og umvælingararbeiði.
Og síðan 19. august hava hvørki Brimil ella Tjaldrið verið tøk, tí tá fekk Tjaldrið maskinbrek.
Tjaldrið verður ikki tøkt, fyrr enn komið er væl inn í november:
14102026_Johan_2
Jóhan Simonsen er ikki álviligur við støðuna, at bæði vaktarskipini liggja í senn:
14102026_Johan_3
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























